
Hevur tú mist ella er ein av tínum kæru álvarsliga sjúkur?
Hvat er Berin?
Berin er til tín, ið hevur mist ella hevur álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin, og til tín sum hevur mist barn. Tá eitt foreldur, systkin ella barn gerst sjúkt ella doyr elvir tað ofta til stórar, svárar broytingar í gerandisdegnum. Um tú kennir teg einsamallan við tíni sorg, kanst tú altíð venda tær til okkara. Í Beranum bjóða vit bólkar, ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð til børn, ung, foreldur ella umsorganarpersónar.

Berin kann hjálpa tær, sum hevur:

“Eg eri glað fyri, at eg byrjaði í sorgarbólki. Tað hevur hjálpt nógv. Tað er deiligt at kunna tosa við onnur, ið eisini hava mist. Tey skilja tað!”
– 14 ára gomul genta, sum hevur mist mammu sína.

“Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð. Ein part av okkara samleika”
– Mamma, sum hevur mist pinkubarn.

“Berin er eitt fantastiskt tilboð um hjálp, og tá tilboðið er her, so hava vit skyldu sum foreldur at bjóða okkara børnum tað”
– Mamma, við álvarsamari sjúku.

“At missa sítt lítla barn, sum ikki náddi at síggja dagsins ljós, er ein einsamøll og avbyrgd sorg, sum setur djúp spor.”
– Mamma, sum hevur mist pinkubarn.