Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 6460 1655363

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo 

 

Til tín, sum hevur mist foreldur ella systkin.

 

At missa foreldur ella systkin er eitt tað ringasta, sum kann henda fyri eitt barn. Man verður so keddur,

og sorgin verður so stór, at alt kennist meiningsleyst. Hví skuldi hetta henda fyri meg? Hugsar ein ofta. Tað er so órættvíst, ræðuligt, syrgiligt og meiningsleyst.

 

Men tú ert ikki einsamøll/einsamallur við hesum. Í Føroyum eru fleiri onnur børn, sum hava upplivað nakað tað sama sum tú. Fleiri av hesum børnum, møtast í bólkum, fyri at tosa saman, um tað tey hava upplivað, hvussu tey hava tað og mangt annað. Tey siga, at tað kennist gott at tosa við onnur, sum hava roynt tað sama sum tey, og tí vita, hvat tey tosa um. Hini vinfólkini og floksfelagarnir vita ikki hvussu tað kennist at hava mist og kunnu tí ofta koma til at siga ting, sum man blívur uppaftur meiri keddur av ella kanska illur.

 

Tey vita t.d. ikki,

- at tá man hevur mist einaferð, er man SO bangin fyri, at tað skal henda aftur. Tí fer man kanska ofta út úr tímanum, uttan at siga hví, fyri at ringja og vita um nakað er hent við hinum, har heima.

- tey hugsa heldur ikki um, at man kann vera keddur í langa tíð aftan á

- at man kann vera illsintari enn man var fyrr,

- at man ofta ikki orkar at vera saman við nøkrum ella at tosa við nakran

- at man kann virka avvísandi og súrur, men innaní er man jú bara so ræðuliga keddur.

- at man kann vera keddur av lívinum og ikki orka at liva

- at man ikki orkar at eta

- at alt virkar líkamikið og meiningsleyst

- at man gott kann vera glaður inn í millum

- at man ikki grætur alla tíðina

o.s.fr.

 
 

Sorg er tung at bera einsamallur, og tí er umráðandi, at tú finnur tær onkran at tosa við. Tá verður sorgin lættari at bera.

 

Hevur tú hug at tosa við onkran, sum hevur roynt tað sama sum tú og tí skilir, hvat tú tosar um, kanst tú seta teg í samband við okkum. Vit hava barna- og ungdóms bólkar fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin. Vit møtast aðruhvørja viku og tú ert vælkomin við.

 
 
 

Áðrenn tú kemur í ein bólk, bjóða vit tær, saman við einum vaksnum, til eitt prát um, hvat vit gera í bólkunum.