Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 6460 1655363

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo 

 

 
 
Send okkum nøkur orð við einum teldubrævi á
 
  
  Hevur tú mist mammu, pápa ella systkin, og hevur tú hug at siga øðrum frá tínum upplivingum, so vilja vit fegin leggja tína søgu á heimasíðuna. 
 
    Neyðugt er at upplýsa navn og bústað. Men um tú ynskir at vera dulnevnd/-ur, er hetta sjálvsagt møguligt.  
 
 Sí annars hvat onnur hava skrivað undir "Mín søga".
 
 
Stuðul
 
Allur stuðul til Beran er kærkomin.
Ynskir tú at vera við til at stuðla arbeiðnum hjá Beranum fíggjarliga,
er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum ella at flyta pening á konto:
6460 1655363 
 
 Nýggir bólkar og tilmelding
 
Nýggir bólkar byrja mikudagin 18.september. Vit hittast annan hvønn mikudag kl. 16-18. Melda til við at ringja til okkara, 
skriva eini boð í innbakkan á facebook ella við at senda okkum ein teldupost á info@berin.fo


Um tú hevur hug at vita meira um okkum og hvat vit gera í Beranum,
ert tú sjálvsagt eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

 

Oddvør Poulsen:

- Dagligur leiðari í Beranum síðan august 2014. Bólkaleiðari síðan 2003.

- Útbúgvingar: undir eftirútbúgving í Diplom í leiðslu. Námsfrøðingur í 2003. Bach. innan evnið børn og sorg í 2011. 1 ára útbúgving í massagu í 2001. 1992-94 lisið á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya

- Námsfrøðingur og varaleiðari á Dagstovninum á Hamrinum 2003-2010

- Námsfrøðingur í Kvinnuhúsinum frá 2010-2015. Havi m.a. havt ábyrgdina av børnunum og verið við til at íverkseta samtalubólkar fyri kvinnur, sum hava verið fyri harðsskapi í parlagnum

- Eri 45 ár og búgvi í Tórshavn saman við manni og børnum (tvey tey yngstu). Vit eiga vit tilsamans 4 børn: 3 døtur, ið eru 6, 8 og 21 ár og ein son, ið er 20 ár

- Í frítíðini dámar mær væl at ferðast, ganga túrar í føroysku náttúruni, renna og at íðka aerobic (undirvíst í Yndi frá 1998 – 2006).

 

Alisa Hammer:

- Bólkaleiðari í Beranum síðani 2010

- Námsfrøðingur 2005. Bach. innan evnið børn og sorg í 2011

- Familjuterapeutur 2009

- Starvist, umframt í Beranum, sum bólkaleiðari í verkætlanini hjá Bláa Krossi Føroya "Øll hava rætt til góð barnaár"

- Aðrar starvsroyndir eru m.a. Barnaverndartænastan (2012-2015), Stuðul í barnagarðsstovu á Lítla Fløtti (2013-2105), Margarinfabrikkin (2003-2005 og 2009-2013), Barnaheinið í Ummannaq, Grønland (2005-2009) og Búðstovnurin á Eirargarður (1999-2005)

- Eg eri 36 ár og búgvi á Strondum saman við mínum manni og tveimum børnum 

 

Lív Højsted Horsdal:

- Bólkaleiðari í Beranum síðani 2014

- Eri í gongd við eftirútbúgving í spæliobservatón og -viðgerð

- Starvist, umframt í Beranum, sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur í Sálarfrøðistovuni

-Fekk kandidatútbúgving í sálarfrøði á Københavns Univeriteti í 2014

- Aðrar starvsroyndir: Praktikantur á Psykologcentret City í Keypmannahavn (2013), við jøvnum millumbili tíðindafólk í Ghetto Føroyum, Kringvarpinum og Sosialinum (2005-2013), frítíðaravloysari á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum (summar 2009), hjálparfólk og stuðul í barnagarði og vøggustovu (2005)

- Eg eri 30 ár og búgvi í Hoyvík saman við mínari familju: sjeikinum og okkara tveimum børnum

 

Elin Ziska:

Bólkaleiðari í Beranum síðan 2015

Heilsufrøðingur 

Starvist, umframt í Beranum, sum heilsufrøðingur í Skúlanum á Fløtum

 

Jóngerð Poulsen:

- Stovnsett Beran og bólkaleiðari í Beranum síðan 2003

- Sjúkrarøktarfrøðingur í 1973

- Heilsufrøðingur í 1990

- Familjuterapeutur/ráðgevi í 2001

- Havi arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum og Danmark

- Arbeiði nú sum heilsufrøðingur í Eysturskúlanum og við Nólsoyar Skúla

- Eg 64 ár og búgvi í Tórshavn

- eri gift og eiga vit tríggjar vaksnar synir

- Í frítíðini dámar mær væl at gera myndir, eg havi fingist við grafikk í fleiri ár