Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 6460 1655363

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo 

 

Jóla høgtíðin


Børn, ið hava mist foreldur, kunnu hava trupult við at finna gleðina fram. Tað er ikki víst, at jólasálmar, -sangir, -pynt og jólagávur kennist upplyftandi og hugnaligt fyri barnið, ið ber stóru sorgina yvir deyðu mammu ella pápa sín. Tá kann alt hetta kennast líkamikið og heldur gera barnið enn meiri tungt í huga. Hetta er trupult at tosa um. Øll hini gleða seg til jólaaftan, allar gávurnar, dunnuna o.s.fr. Barnið, sum hevur mist, vil ikki oyðileggja gleðina hjá hinum og roynir tí kanska bara at lata sum um, fyri síðani at vera sera tungt í huga tá tað kemur heim. Heima hevur barnið heldur ikki hug til at gera hini kedd og leggur tí kanska eisini har lok á sínar kenslur. Hetta er helst eisini galdandi fyri restina av familjuni. So í veruleikanum ganga øll við somu tungu kenslu, men tey vilja skána hvønn annan. Tað hjálpir ofta at seta hol á, við at siga akkurát hvussu ein sjálvur hevur tað. Um hetta ger, at onnur verða kedd og møguliga fara at gráta, er tað tí, at tørvur var á tí. Tað kann vera ógvuliga gott og forloysandi at fáa grátið saman eina løtu. Fáa kenslurnar út, ístaðin fyri at berja tær niður innaní. Eftir ein "grátitúr" er ísurin brotin og høgtíðin kann tá kennast bæði avslappandi og hugnalig.


Hetta kann eisini vera galdandi, tá børn hava mist systkin. Øll familian er í stórari sorg, og børnini vilja gera alt fyri, at stemningurin skal vera so góður sum møguligt. Tí kunnu tey mangan seta sínar egnu kenslur og tørv til síðis, fyri ikki at oyðileggja lagið hjá foreldrunum.


Hendan tíðin er serliga svár. Tað kann kennast ovurhonds tungt at fara inn í eitt nýtt ár, uttan tann man var so góður við og sum nú ikki er her longur. Eisini tað er týdningarmikið at fáa prátað um.


Vit eru ymisk og reagera sjálvsagt eisini sera ymiskt tá sorgin rakar okkum. Men tað er ein sannroynd, at tað lættir um, um ein letur upp fyri kenslunum við at tosa við síni nærmastu, vinir ella onnur, ein kennir seg tryggan við. Serliga týdningarmikið er tað, at vit vaksnu eru tilvitaði um hetta, og harvið hjálpa børnunum á glið. Tey vilja so fegin skána okkum, men byran er alt ov tung og prísurin ov stórur. Í síðsta enda gera vit hvør øðrum eina bjarnatænastu við at royna at "lata sum um".

 

Vit ynskja tykkum øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár !

Aftur

Fleiri tíðindi

  1 2 3 4   Næsta