Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 6460 1655363

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo 

 

Tað er skeivt at verja børnini


– Tá børn koma út fyri einum og hvørjum, sum kann skelka tey ella koyra tey í djúpa sorg, er tað av alstórum týdningi, at vaksin lurta eftir teimum og svara teirra spurningum. Tí annars kann hetta fara at seta síni spor í teirra lív framyvir. Og ofta halda vaksin seg verja børnini við ikki at tosa so nógv um hendingina. Hetta er sjálvandi vælmeint, men sera skeivt, sigur kendi norski sálafrøðingurin og rithøvundurin Atle Dyregrov, sum kemur til Føroya mikudagin.
 
Atle hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan hetta økið, og hevur hann millum annað skriva eina bók, sum eitur Sorg hos barn, sum er givin út á níggju málum.
 
Atle sigur, at hann fyrst og fremst arbeiðir við evninum, har børn koma út fyri brádligum missi og fylgjunum av tí.
 
Og nú fáa so føroyingar eisini høvi til at hoyra norska serfrøðingin greiða frá sínum royndum innan hetta økið. Mikudagin heldur hann fyrilestur fyri lesandi á Føroya Læraraskúla um evnið, og hósdagin verður skeið í evninum á hotel Føroyum.

Gloymið ikki hini.
Atle Dyregrov leggur áherðlsu á, at tað er av alstórum týdningi, at tá eitt barn í einum flokki ella í barnagarði missir, so ræður um at skilja, hvat tað er, sum síðani hendir við hesum barni.
Samstundis er tað sera týdningarmikið, at hugsað verður um hini, sum eru rundan um hetta barnið til dagligt.
 
– Um nú eitt barn í einum skúlaflokki missir antin mammu ella pápa sín brádliga, so er ongin ivi um, at hetta barnið upplivir djúpa sorg og stendur eftir við nógvum spurningum. Tað ræður um at lurta eftir hesum barninum, men so sanniliga eisini at vísa fyrilit fyri hinum børnunum í flokkinum, greiðir hann frá.
 
Um tað ikki verður tosað opið við børnini um, hvat er hent, so sleppur hugaheimurin hjá barninum at ferðast frítt, og tað kann hava álvarsligar fylgjur við sær.
 
Eitt barn, sum hevur mist og hevur nógvar spurningar, tað ikki fær svar upp á, kann fara at ímynda sær bæði eitt og annað.
– Børn spyrja óbeinleiðis spurningar, og tískil er tað sera týdningarmikið, at vaksin halda eitt vakið eyga við barninum. Ikki noyða tað at tosa, men vera opin og beinleiðis í sínum svarum og práti við tey um tað, sum er hent, greiðir norski serfrøðingurin frá og heldur fram, at til dømis er skuldarkensla millum børn, sum hava mist sera vanlig.
Tað er somuleiðis púra vanligt, at tað at eitt barn missir, skapar ein ávísan ótta í huganum á øðrum børnum, sum ganga í sama flokki, skúla ella stovni. Hetta barnið kann fara at hugsa, at tá mamma hennara kann doyggja, so kann mamma mín jú eisini.
– Um eitt barn kemur fram við slíkum hugsanum, so er tað týdningarmikið at taka sær stundir at svara spurningum ella tosa við barnið um tað, sum er hent. Tað kann lætta ótrúliga nógv um fyri barninum, sum kanska gongur runt og ber ótta fyri, at annað av sínum foreldrum fer at doyggja, sigur Atle Dyregrov.

Tilbúgvingarætlan
Alt hetta, sum hann tosar um, er ein partur av eini tilbúgvingarætlan, sum allir skúlar í Noregi hava í dag.
 
Ein tilbúgvingarætlan, sum sigur, hvørjar mannagongdir kunnu ella eiga at verða fylgdar, tá eitt barn á stovni ella í skúla upplivir sorg av einum ella øðrum slagi.
 
Norski sálarfrøðingurin hevur arbeitt nógv innan tilbúgvingarætlanir, og hevur hann í gjøgnum tey
20 árini hann hevur arbeitt á økinum nomið sær nógvar royndir við at arbeiða við børnum , sum hava mist. Eisini vaksnum , sum eru komin til hansara eftir, at tey hava mist sum børn.
– Tað vísir seg í nógvum førum, tá talan er um vaksin, at teir tankar, sum eitt barn deilir við mær, tá tað hevur mist, sita framhaldandi í teimum vaksnu, tí tey ongantíð fingu svar upp á teirra spurningar, tá tey vóru børn, sigur Atle.
 
Hann greiðir frá, at einaferð hevði hann eina 21 ára gamla kvinnu, sum misti systur sína, tá hon var fýra ára gomul.
Hendan gentan hevði ikki fingið nóg væl greitt frá, hvat var hent við systrini, og tískil hevði hon øll árini gingið við tí fatan, at um hon hevði verið heima tá vanlukkan hendi, so hevði systurin ikki verið deyð. Skuldarkenslan hevði sostatt fylgt henni allan vegin upp gjøgnum uppvøksturin.
Og eitt annað dømi greiðir hann frá, har talan var um ein 12 ára gamlan drong, sum hevði mist pápa sín í eini vanlukku. Hesin drongur hevði eina ørgrynnu av ósvaraðum spurningum, sum hann ikki hevði fingið seg til at spyrja mammu sína, tí hon bleiv so kedd, tá hann tosaði um vanlukkuna.
Spurningar sum hvat hendir, tá babba er farin í grøvina og so framvegis vóru so mikið frammarlaga í høvdinum á dronginum, at hann fekk ikki samlað seg um skúlan.
 
– Tað ringasta vit kunnu gera er at svara okkara børnum, at tað skulu tey ikki hugsa um. Tí tað gera tey kortini, og so fer hugaheimurin av stað, sigur Atle Dyregrov og leggur afturat, at hann veit um fleiri dømi, har lív eru løgd í oyði, tí at tey orsakað av væntandi upplýsingum um vanlukku ella hvat tað skal vera, ikki hava fingið arbeitt ella tosað kenslur og tankar burtur.

Breitt evni
Børn og Sorg er eitt sera breitt og viðbrekið evni, sum tó ikki má krógvast burtur. Nógvir skúlar í Føroyum hava eina tilbúgvingarskipan fyri betur at kunna lofta skelkandi hendingum ella missum, sum kunnu raka børn meint. Hesar tilbúgvingarætlaninar eru tær flestu komnar innan fyri tey seinastu fýra árini, og tað kundi bent á, at hetta við at taka evnið Børn og Sorg upp er reiðiliga nýtt í Føroyum.
 
Men tað týdningarmesta má sigast at vera, at arbeitt verður við at varpa meiri ljós á evnið. Og vitjanin hjá Atle Dyregrov er somuleiðis ein liður í hesum arbeiðinum.
Atle Dyregrov verður sum sagt í Læraraskúlahøllini mikukvøldið og á Hotel Føroyum hósdagin, har hann fer at tosa um børn og sorg við atliti til søgur úr veruleikanum, sum hann hevur upplivað í sínum arbeiði.
Aftur

Fleiri tíðindi

  1 2 3 4   Næsta