Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 9181 5126446

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo 

 

Sorg


Fyri stuttum varð bólkur stovnaður við tí endamáli at stuðla tey, ið hava mist onkran. Hetta er eitt gott og kærkomið tiltak, og eiga tey, ið hava tikið stig til hetta, stóra tøkk og virðing uppiborna. Hóast ikki hevur verið vanligt við tílíkum bólkum, er kortini neyðugt við teimum.Vit vita, at alt ov ofta fara fólk á alt ov ungum aldri, og tey, ið eftir sita, skilja illa tað, sum er hent. Eina løtu fer teirra lív í sor.
 
Tá ið undirritaði roynir at seta nøkur orð saman um hetta evnið, eri eg fullgreiður um, at hetta er eitt eymt og viðkvæmt evni, ið eigur at verða viðgjørt við spekt og virðing. Men vónandi kunnu egnu royndir vera við til at hjálpa øðrum, bæði teimum, sum missa, men eisini teimum, sum eru um og kenna tey, ið hava mist.
 
Sjálvur var eg júst vorðin átta ára gamal, tá ið pápi mín doyði heima, 49 ára gamal, og sat eg hjá, tá ið hann gav upp andan. Tíbetur átti eg eina góða og sterka móður og góð, eldri systkin, og hetta hevur verið mær ein stór hjálp. Ikki var vanligt, at tosað varð nógv við okkum óvitar um tað, sum var hent, kanska tí at tey vóru skelkað, men eisini tí, at tey vóru ikki greið yvir týðningin av tí. Við at tiga um tað, sum var hent, hildu tey kanska, at soleiðis vardu tey barnið best.
 
Eina ferð minnist eg meg gráta, meðan pápi stóð undir børu inni í stovuni hjá okkum. Tað var, tá ið ein maður í bygdini kýndi mær eftir kjálkanum og segði:”Áh, neyðardýrið.” Vanliga hekk eg uppi í pápa mínum, hvar hann var í bygdini, so eina løtu skilti eg, at tann tíðin var farin.
 
Átta ára gamal livir tú millum dreym og veruleika. Onkur hevði sagt, at nú fór pápi upp til himmals, og eg minnist, at fram til jarðarferðina stóð eg leingi framman fyri køksvindeyganum og hugdi, um eg mundi fara at síggja hann ella sál hansara fara upp til Jesus pápa. Men nei, har stóð eg og bíðaði til fánýtis. Einki, ið bara kundi minna um hann ella sál hansara, fór uppeftir gjøgnum luftina framman fyri køksvindeyganum. Eg skilti púra einki.
 
Kortini gekk long tíð, áðrenn eg sló meg til tols við, at hann var farin og kom ikki aftur. Saknurin var stórur. Eina ferð, nakrar mánaðir eftir at hann var deyður, komu vit við báti til Havnar. Vit sigldu inn eftir Eystaru Vág og skuldu leggja at við Kongabrúnna. Við endanum í hondini stóð eg frammi á bakkanum til reiðar at binda, meðan vit nærkaðust. Knappliga var tað, sum var eg runnin í stein: Eg ivaðist ikki í, at tað var pápi mín, sum kom gangandi út eftir Müllers Brúgv: Gongulagið var tað vælkenda, keppin á høvdinum hevði eg sæð so ofta, og veðurbardur var hann í andlitinum. Hæddin og kroppurin, alt minti meg á pápa mín. Hví gekk hann har? Men tíverri, tá ið ein løta var farin, mátti eg vónbrotin viðurkenna, at sovorðin óvæntað fyribrigdi henda ikki í veruleikanum.
 
Lívið helt fram, sárið lektist, men arrið sat eftir. Tíbetur eru vit menniskju so háttað, at vit laga okkum lættliga til broyttar umstøður, og kanska serliga, meðan vit eru børn. Brá er barna lund. Men vit eru eisini ymisk, og tí loysa vit trupulleikan á ymiskan hátt.
 
Hvat hevur hetta, sum var mær fyri, lært meg ella givið mær? Og hvussu kann tað vónandi vera við til at hjálpa øðrum? Í yrkingini hjá Jógvan Telling Joensen: Eg haldi at eg livi, sigur hann m.a.: ”Er byrðan tung at bera og niðanbrekka er-? Ein uggi er, at andróður mentan mannin ger.” Í hesum liggur stórur lívsvísdómur, og kann tað skiljast soleiðis, at um vit orka at taka tey tungu tøkini, tá ið á stendur, styrkir tað okkum seinri, og vit kunnu kanska hjálpa og ugga, tá ið onnur koma út fyri líknandi fyribrigdum. Vit, ið hava verið úti fyri tungum upplivingum, kunnu og eiga at hjálpa, um vit hava orku og evni til tess.
 
Hvussu bera vit okkum at, tá ið onkur, vit kenna, missir ein av teirra næstu? Ja, her man vera sera ymiskt, hvat vit gera, og tað er væl skiljandi. Tað kann vera ein tung gongd fyrstu ferð at heilsa upp á ella vitja tey, sum sorgin hevur rakt. Og ofta hava vit lyndi til at ganga ta lættastu leiðina við at útseta vitjanina ella at skýggja tann ella tey, sum syrgja. Hóast hetta er vanlig og eftir øllum at døma lættasta loysnin, er hetta kanska tað seinasta, vit áttu at gjørt.
 
Tað er tungt aftur at taka í hondina á teimum, ið hava mist. Broytingin er stór, og tað liggur so nógv imillum. Deyðin hevur sett ein stóran kíla í. Tað, sum er hent, hongur í luftini og stýrir øllum: Stýrir tonkum okkara og gerðum okkara. Eina løtu er luftin bara sorg.
 
Men hóast byrðan er tung at bera, tá ið vit fyrstu ferð hitta fólk, ið hava mist, aftur, kennist tað kortini sum ein lætti, tá ið tað er gjørt. Um vit bara fara til teirra og taka í hondina, hava vit sett ta byrðuna frá okkum. Við at gera tað, hjálpa vit teimum og taka eina hond í, so at teirra byrða er lættari at bera. Og vit gera tað lættari fyri okkum sjálv. Og ikki er altíð neyðugt at siga so nógv. Danir taka til: Tale er sølv, tavshed er guld. Tigandi samkensla kann vera talandi samkensla.
 
Mótburður kann styrkja, og viðrák er ikki bara av tí góða. Um vit duga at fáa tað besta burtur úr tí ringasta, hava vit vunnið nógv. Í orðatøkum liggur stórur lívsvísdómur, ið prógvar, at tilveran yvirhøvur hevur fylt nógv hjá okkara forfedrum: ”Fátt er sum faðir, einki er sum móðir. Tungur er tigandi róður. Tann, ið sigrar á sær sjálvum, hevur vunnið tann størsta sigurin. Maður er mans gaman”. Tann, ið hevur styrki og evni, eigur at hjálpa tí treingjandi, tá ið á stendur. Í dag tørvar mær hjálp, í morgin kann tað vera tú. Hesar eru treytirnar hjá okkum, sum hava fingið tey framí-hjárættindi, sum lívið í veruleikanum er. Deyðin er eins náttúrligur, sum lívið er tað.
 
At enda havi eg hug til at vísa eitt lítið sindur á, hvussu tey gjørdu fyrr, tá ið sorgin rakti. Nøkur ár, áðrenn pápi mín doyði, sjólótust tveir pápabeiggjar mínir, annar var sjálvur triðji úr sama húsi. Boð vórðu send til bygdina, og móðir noyddist at ganga tey tungu spor at greiða aðrari konuni frá, at hon var vorðin einkja. Eg minnist, at eg gekk aftan á henni, tá ið hon skuldi bera boðini. Tá ið vit komu inn í gongina, slapp eg ikki longur. Tær báðar fóru innar í køkin, og har vóru tær í langa tíð. Lítið skilti eg av tí, ið har hendi, ta løtuna, men eg haldi, at vit eiga at hava stóra virðing fyri teimum, sum soleiðis hjálptu og uggaðu, tá ið á stóð. Somuleiðis er tað við stórari virðing, eg síggi ta konuna, ið misti mannin, fyri mær, og ofta hugsi eg um, hvussu sterk vit menniskju eru, tá ið á stendur, kanska serliga kvinnurnar, ið við undrunarverdari styrki hava tikið tung tøk, bæði kropsliga og sálarliga.
 
Sum frá líður, eiga vit øll góð minni, ið fjálga og styrkja, tá ið vit aftur hava fingið orku at taka tey fram millum øll minni okkara. Hetta eru ofta sorgblíðar, men ríkar løtur.
 
Við hesum vóni eg, at hetta, ið her er sagt, kann vera við til at lýsa, hvussu summi menniskju, og kanska serliga børnini, hugsa og gera, tá ið sorgin rakar, og eg bæði og vóni og vænti, at tiltakið, sum hesar ungu kvinnur eru farnar undir, fer at hjálpa, har ið á stendur, og eg ivist ikki í, at tað fer at fáa stóran týðning í framtíðini.

 
Hans J. Hermansen
04/2003 
Aftur

Fleiri tíðindi

  1 2 3 4   Næsta