Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 6460 1655363

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo 

 

Málningar og yrking


''Eg hevði ynskt at eg var hjá tær. Har alt er gott.

Har eingin sorg er, eingin ótti, eingin pína.

 

Har alt er fagurt.

Einki at hugsa um, og einki at vera bangin fyri.

Har ljósareyðir dagar eru. Allar dagar.

 

 

Eg hevði ynskt at tú vart hjá mær.

Har tó ikki alt er gott.

Har sorgin er, óttin er, pínan er.

 

 

Nakað av tí er fagurt, sumt ikki.

Har man hugsar um alt,

og mangt at vera bangin fyri.

Har nakrir av teimum gráu døgunum eru.''

 

Málningar og yrking Døgg 16 ár.

Aftur

Fleiri tíðindi

  1 2 3 4   Næsta