Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 9181 5126446

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo 

 

TØGNIN um deyðan hevur givið eitt djúpt sár í mína sál.


Eg eri ein kvinna í 50'unum. Tá eg var barn, umleið 3 ella 4 ár, fekk mamma staðfest bróstkrabba, sum síðan spjaddi seg allastaðni. Hon var ofta á sjúkrahúsi, men ikki varð nøkur fyrireiking gjørd av børnunum. Eg fekk bara at vita, at mamma var sjúk, og fyri eitt so lítið barn er sjúka kanska eitt forkølilsi, man skilur ikki, hvat tað kann føra við sær. 

 

Eg misti mammu mína, tá eg var 6 ár. Fekk at vita tann dagin, hon doyði, at nú var "mamma farin upp til Jesus pápa", og tað var tað. Eg hugsaði nógv, um hon ikki mundi fara at koma aftur, men svar fekk eg ongastaðni. Tað bleiv ikki tala eitt orð um mammu mína aftur, eg slapp ikki til jarðarferðina.

 

Aftaná sá eg ofta pápa mín sita og gráta, eg visti ikki hví, hann græt, so eg fór bara út, og helt at tað var mín skild, at pápi altíð græt. (Hann hevur sjálvandi syrgt sína konu).

 

Árið eftir fór eg í 1.flokk, og eg var so ótrúliga bangin fyri, at nakar skuldi spyrja meg, hvussu eitur mamma tín, tí eg visti ikki, hvat eg skuldi siga, eg fekk ikki sagt tað um mínar varrar, at "hon var deyð."

 

Tað var ein øgiligur ótti øll barnaárini, at nakar skuldi spyrja meg, hvar mamma var. Eg tordi ikki at koma har fremmand fólk vóru, av ótta fyri at tey skuldu spyrja, hvussu eitur mamma tín.

 

Onkuntíð, um eg bleiv óklár við onkur børn, so argaðu tey meg og róptu: “Mamma tín er deyð!”, tá fór eg ikki út í fleiri dagar, tað rakti meg so hart, og tað sóu børnini, og tí var tað eitt gott vápn at brúka (børn kunnu verða so náðileys).

 

So eg haldi, at tað var ein stórur feilur sum pápi  og familjan gjørdi (men tey hildu nokk, at tað var tað besta, ikki at nevna mammuna aftur). Hetta hevur forfylgt mær alt lívið, og vil eg ikki nøkrun so ilt at líða undir slíkum. TØGNIN um deyðan hevur givið eitt djúpt sár í mína sál.

 

Alt hetta kundi verið ørvísi við opinleika. Tað er so ómetaliga átrokandi at slík børn ikki ganga einsamøll. Tí vil eg takka tykkum, sum taka tykkum av børnum við sorg, tað er ótrúliga umráðandi. Ella kann tað enda sum eitt trauma fyri alt lívið.

Aftur

Fleiri tíðindi

  1 2 3 4   Næsta