Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 6460 1655363

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo 

 

Náðileysa sorgin rakar eisini børn og ung.


Berin hevur sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung, sum hava mist foreldur og/ella systkin. Vit hittast annan hvønn mikudag til prát og samveru. Ikki er altíð lætt at fáa vinfólk og onnur at skilja, hvussu tað kennist at hava mist eitt foreldur ella systkin. Øll kunnu helst ímynda sær, at man er sera keddur. Men hevur tú ikki roynt tað á egnan kropp, kanst tú ikki vita, hvussu lívið hjá tí, ið hevur mist, verður broytt. Alt, ið fyrr var trygt og forútsigiligt, er vent á høvdið. Grundarlagið fyri tí, ið áður kendist tygt og kent, er rivið burtur.
Tað er so sárt og tungt at missa ein, sum hevur so stóran leiklut í tínum lívi, sum foreldur og systkin hava. Tí er tað sera umráðandi at taka sorgina í álvara og arbeiða við henni. Sjálvhjálparbólkurin er eitt amboð, sum vísir seg at vera ein góður stuðul í sorgini.
 
Ein genta, ið hevur verið í bólki hjá Beranum sigur:
 
“Eg eri ein 14 ára gomul genta, og eg misti pápa mín tá eg var 8 ára gomul.
 
Eg vildi ikki í sorgarbólk, beint tá pápi mín doyði, tí eg var bangin. Eg tordi ikki í sorgarbólk, tí eg roknaði við, at eg fór at blíva bangin og fór at gráta. At gráta mátti man ikki gera, ímeðan øll sóu! So tá tað vóru eini 2 – 3 ár farin, hevði eg gloymt alt um sorgarbólk. Men seinni vildi eg gjarna prøva tað. Og eg eri virkuliga glað fyri, at eg byrjaði í sorgarbólkinum.
Tað hevur hjálpt nógv. Tað er virkuliga deiligt at kunna tosa við onnur, ið hava mist onkran, tí tey skilja tað. Man kann ikki tosa við vinirnar, tí tey skilja tað ikki, uttan so tey sjálvi hava prøva tað.
 
Sorgarbólkurin hevur haft stóran týdning fyri meg. Tí eg føldi meg virkuliga vælkomna.
Eg kundi sita í minnuttir og práta um pápa mín, ímeðan øll sótu still og lurtaðu.
 
Tá vit sita við borðið í sorgarbólkinum, og lurta eftir hvørjum øðrum, skal man ikki vera bangin fyri at gráta. Heldur lova tárunum út. Man følir at tey pressa, men man vil ikki. Tað kenni eg til!
Heima fór eg ofta í kamarið ella á vesið at gráta. Og tá tey koma út, so følir man seg betri.
 
Bólkaleiðarnir eru so góðar. Tær hjálpa tær ígjøgnum at tosa, so tað blívur nemt. Og man følir, at man altíð hevur kent tær.
 
So tit, ið hava mist onkran, tit skulu ikki vera bangin fyri at fara í sorgarbólk. Tit fara í hvussu er ikki at angra tað.”
 
Aftur

Fleiri tíðindi

  1 2 3 4   Næsta