Telefon

Berin tlf.

222993

 

Stuðla Beranum

Privatur stuðul hevur alstóran týdning fyri, at Berin kann at hjálpa flest møguligum børnum, ungum og familjum teirra.

 

Stuðla Beranum  á konto 9181 5126446

 

Ella tekna teg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga. Tekna teg sum lim við at skriva til berin@berin.fo 

 

 
 
Send okkum nøkur orð við einum teldubrævi á
berin@berin.fo
 
  
  Hevur tú mist ella hevur álvarsama sjúka mammu, pápa ella systkin
 
ella
 
hevur tú mist eitt barn
 
- og hevur tú hug at siga øðrum frá tínum upplivingum, so vilja vit fegin leggja tína søgu á heimasíðuna. 
 
    Neyðugt er at upplýsa navn og bústað. Men um tú ynskir at vera dulnevnd/-ur, er hetta sjálvsagt møguligt.  
 
 Sí annars hvat onnur hava skrivað undir "Mín søga".
 
 
Stuðul
 
Allur stuðul til Beran er kærkomin.
Ynskir tú at vera við til at stuðla arbeiðnum hjá Beranum fíggjarliga,
er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum ella at flyta pening á konto:
9181 5126446
 
 Nýggir bólkar og tilmelding
 
Nýggir bólkar:
 
- fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin byrja hvørt hálvár 
 
- fyri foreldur, sum hava mist børn byrja so hvørt nóg nógvar tilmeldingar eru
 
- fyri børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin, byrja so hvørt nóg nógvar tilmeldingar eru
 
Til allar bólkar verður tikið ímóti tilmeldingum so hvørt.
 

Melda til við at ringja til okkara á tlf. 222993 ella við at senda okkum ein teldupost á berin@berin.fo 

 

 

Um tú ynskjur at vita meira um arbeiðið hjá Beranum, ert tú sjálvsagt eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

Navnið

Berin merkir á donskum lysning, ofta brúkt sum en lysning i skoven, eitt stað, har sólin altíð sleppur framat. Á føroyskum kunnu vit eisini brúka hugtakið berajól, sita á berajólum, uttan verju, nakað sum tey ið mist hava, kenna alt ov væl.

Harumframt kann navnið Berin, fáa ein at hugsa um at bera. Lyfta vit í felag, kennist byrðan lættari.

 

Búmerkið

Búmerkið, sum Jóngerð Poulsen hevur skorið í linoleum, er ímyndin av lívinum við sínum ljósu og myrku síðum. Tað skal minna okkum á, at sjálvt tá tað sær svartast út, ber til at leita eftir glottum. Og tá ið alt sær ljóst út, er tað tann svarta rípan, sum ger mynstrið.

Bólkafundir

 

Tá nýggjur bólkur byrjar, bjóða vit eina samrøðu. Um talan er um børn/ung yngri enn 18 ár luttaka foreldur/avvarðandi til samrøðuna.

 

Bólkafundir eru aðru hvørja viku í tveir tímar. Barna- og tannáringabólkar vanliga ml. kl. 16 - 18 og ung/vaksin vanliga ml. kl. 19 - 21. 

 

Til fundirnar luttaka tveir bólkaleiðarar, ið stuðla og leggja lag á. Bólkarnir verða samansettir út frá aldri, kyn og umstøðunum hjá luttakarunum.

 

Eitt nýtt bólkaskeið byrjar hvørt hálvár. Eitt skeið svarar til uml. 10 ferðir.

 

Tá ein luttakari er liðugur at ganga í bólki, enda vit við einari eftirmetingarsamtalu, har tikið verður samanum.

 

Fyri at øll kunna hava møguleika fyri at vera við í sorgarbólki, leggja vit dent á, at kostnaður ikki skal verða ein forðing fyri at luttaka. Fyri børn og ung er kostnaðurin 300 kr. fyri 10 ferðir (t.v.s. 30 kr. fyri hvørja ferð). Fyri hvørt systkin, ið kemur afturat, er kostnaðurin 50 kr. tilsamans fyri 10 ferðir (t.v.s. 5 kr. fyri hvørja ferð). 

Aldursbólkar

 

Barnabólkar

 

Tannáringabólkar

 

Bólkar fyri ung uml. 16 - 29 ár (ofta deildir upp í miðnámsaldur og 20+)

 

Bólkar fyri foreldur, ið hava mist børn.

 

Higartil hava yvir 1000 luttikið í bólkum fyri børn/ung og vaksin, úr øllum Føroyum, luttikið í Beranum.

Starvsfólk:

 

Oddvør Poulsen, dagligur leiðari 

Frida Poulsen, sálarfrøðingur

 

Bólkaleiðarar:

 

Lív Højsted Horsdal, sálarfrøðingur

Gunnvá Mohr, lærari

Marjun Tróndarsson, sálarfrøðingur

Elin Ziska, Heilsufrøðingur

Teitur Reinert Joensen, sálarfrøðingur

 

Sjálvboðin:

Døgg Nónsgjógv

Rannvá Arnadóttir

Kiran Jóanesarson

Endamálsorðing

 

Kjarnuvirksemið hjá Beranum er:

·        At skipa fyri sorgarbólkum fyri:

       - børn/ung, ið hava mist ein av sínum nærmastu

       - foreldur, ið hava mist børn

       - (fyri børn og ung, sum hava foreldur ella systkin, sum eru rakt av álvarsamari sjúku)

 

·         Ókeypis samtalur við sálarfrøðing
 

·         At veita ráðgeving, stuðul og vegleiðing

 

·         Alment kunnandi og fyribyrgjandi virksemi t.d. fyrilestrar á skúlum og stovnum

 

Endamálið er at at virka fyri, at børn/ung og avvarðandi, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.

 

 

 

 

 

 

 

Søgan hjá Beranum

 

Søgan hjá Beranum byrjar í 2002. Tað vóru Anna Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, sum stovnaðu sorgarbólkarnar fyrst í 2003. Í dagliga arbeiðinum sóu tær tørvin á tiltøkum fyri børn, ið høvdu mist foreldur við deyða. Tørvurin, at taka hond um børnini og tey ungu, vísti seg skjótt at vera stórur. Longu sama ár, sum fyrstu bólkarnir fóru í gongd í mars, var tørvur á einum bólkaleiðara afturat og í august byrjaði Oddvør Poulsen sum bólkaleiðari. 

 

Síðani 2006 hava 4 bólkaleiðarar støðugt verið knýttir at barna- og ungdómsbólkunum og einstøkum bólkum fyri vaksin.  

 

Arbeitt hevur verið miðvíst øll árini at lýsa tørvin og fyribyrgjandi týdningin av hesum arbeiði. Ein onnur broyting sum er farin fram hesi árini, er ein hugburðsbroyting í samfelagnum, sum heild, har sorg er vorðin minni tabu.

 

Berin er ein tvørfakligur, landssumfatandi felagsskapur.

 

Í Beranum starvast Oddvør Poulsen, dagligur leiðari og Frida Poulsen, sálarfrøðingur.

Harumframt er Berin samansettur av einum tvørfakligum toymi av eksternum bólkaleiðarum, við viðkomandi útbúgvinum, førleikum og eftirútbúgvingum innan sorg og/kreppu.

 

Í løtuni eru uml. 30 børn og ung í aldrinum 7 ár til ung í 20´unum knýtt at aldursbýttum bólkum í Beranum.

 

Harumframt skipar Berin fyri bólkum fyri foreldur, sum missa børn.

 

Eisini hava hevur Berin skipað fyri nøkrum bólkum fyri børn og ung, sum hava foreldur ella systkin, sum eru rakt av álvarsamari sjúku. Miðjað verður ímóti ar hesir bólkar verða eitt fast tilboð í Beranum framyvir.

 

Berin veitur vegleiðing og ráðgeving til avvarðandi og fakfólk, umvegis teldupost, telefon og persónligar viðtalur. Harumframt arbeiður Berin við fyribyrgjandi og kunnandi virksemi t.d:

- framløgur á skúlum, stovnum v.m.

- vitjanum í skúlaflokkum hjá børnum, ið eru knýtt at Beranum. Hetta fyri at økja um forstáilsi hjá flokksfelagum/lærarunum og vegleiða í, hvussu tey kunna stuðla best møguligt

 

Síðan 2013 hevur verður skipað fyri einum árligum, afturvendandi tiltakið á Føroya Fólkaháskúla, har øll, sum hava verið knýtt at Beranum, hava møguleika fyri at hittast aftur og at luttaka saman við síni familju. Á skeiðnum er pláss fyri gaman og álvara. Dugnaligir verksstaðsleiðarar skipa fyri kreativum verkstøðum, har eisini er møguleiki fyri at arbeiða á ein øðrvísi hátt við sínum tonkum og kenslum í samband við sorgina. Skipa verður fyri framløgum har ung/vaksin, ið hava mist, greiða frá síni søgu og fakfólk, hava fyrilestrar við viðkomandi evnum. Eisini er rúm fyri skemti og undirhaldi t.d. tónleiki, dansi og spølum.

 

Í 2015 verður fyrstu ferð skipa fyri Kafé kvøldi fyri ung. Endamálið við tiltakinum er, at ung fáa høvi at hittast og práta við onnur ung í líknandi støðu. Tiltakið er fyri ung í aldrinum uml. 16-28 ár, ið hava mist ein av sínum nærmastu, ella kenna onkran í hevur mist, t.d. vinir, flokksfelagar ella unnusta/unnustu. Kafé kvøldini eru eitt afturvendandi tiltak, har ymisk viðkomandi evni, í samband við at verða barn/ungur og at missa ein av sínum nærmastu, verða á skránni. 

 

Virksemið hjá Beranum verður fíggjað við almennum stuðli, donatiónum, ið samband við jarðaferðir og stuðli frá fyritøkum ella privatum. Almenni stuðulin er grundarlagið fyri rakstri/leiðslu av dagliga virkseminum og einum landsumfatandi, fakliga kompetentum virksemi. Stuðul frá donatiónum, privatum og fyritøkum verður fyrst og fremst brúktur til sorgarbólkar. Allur stuðul er tí sera týdningarmikil og kærkomin í mun til arbeiðið við børnum/ungum og teirra avvarðandi, ið hava mist!

 

Ynskir tú at stuðla, er tú vælkomin at lata eina peningagávu til Beran á konto 6460 1655363. Ella tú kann skráseta teg sum lim og stuðla við eini fastari árligari upphædd á 200 kr. Tekna teg sum lim við at skriva til info@berin.fo ella við at ringja til Beran á tlf. 222993.  

 

Ver við til at stuðla arbeiðnum hjá Beranum at  hjálpa børnum, ungum og teirra avvarðandi, ið hava mist ein av sínum nærmastu. Tín hjálp ger mun! Stuðla Beranum!